KÍ-kvinnurnar í evropeiska eldin

Í kvøld skal kvinnuliðið hjá KÍ royna seg í undankapping til Champions League

KÍ-kvinnurnar hava vunnið meistaraheitið á hvørjum ári síðani 2000. Sostatt hevur kvinnuliðið úr Klaksvík vunnið meistaraheitið 15 ár á rað. Ein av gularótunum við at vinna meistaraheitið er, at liðið á hvørjum ári sleppur at royna seg í evropeiskum samanhangi.

 

So er aftur í ár. Í hesum døgum er føroyska meistaraliðið í kvinnufótbólti í Kýpros, har liðið skal luttaka í undankapping til Champions League. KÍ-kvinnurnar hava tríggjar dystir at spæla. Mótstøðuliðini eru Stjarnan úr Íslandi, Apollon Ladies úr Kýpros og Hibernians úr Malta.

 

Fyrsti dysturin verður spældur í kvøld, tá ið KÍ skal spæla ímóti Apollon Ladies, sum er á heimavølli.

 

Áhugavert er at nevna, at Oddbjørn Joensen, ið vit kenna sum venjara í føroyskum mansfótbólti, er við í ferðalagnum úr Klaksvík, sum er farið til Kýpros. Oddbjørn kemur at virka sum venjari hjá kvinnunum í undankappingini. Hann verður tó ikki venjari hjá KÍ-kvinnunum í landskappingini.