KÍ leigar tríggjar spælarar út

Tríggir av ungu monnunum fara nú at umboða B68 og EB/Streym

KÍ boðar í kvøld frá á heimasíðu síni, at tríggir av ungu KÍ spælarunum nú fara at umboða onnur feløg.

 

B68 hevur leigað álopsspælaran Jóhan Josephsen. 18 ára gamli Jóhan Josephsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 13 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað tvey mál. Í næstbestu deildini hevur hann spælt 43 dystir og skorað 19 mál. Í fjør var hann tríggjar ferðir skiftir inn á KÍ liðið í Europa Conference League.

 

EB/Streymur hevur leigað miðverjan Jákup N. Vilhelmsen og miðvallaran Óla Eyðsteinsson Poulsen.

 

20 ára gamli Jákup N. Vilhelmsen hevur verið 11 ferðir á besta liðnum og hevur skorað eitt mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann verið einaferð á vøllinum, og í næstbestu deildini hevur hann spælt 56 dystir og skorað fimm mál.

 

23 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur verið nógv skaðadarvaður. Hann hevur 48 ferðir á besta liðnum í landskappingini, og hann hevur skorað fimm mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt tveir dystir, og í næstbestu deildini hevur hann spælt 34 dystir og skorað 14 mál.

 

Í 2018 varð hann eina lítla løtu á vøllinum, tá ið KÍ á útivølli í Littava ímóti Zaligiris spældi 1-1.

 

KÍ ynskir teimum góðan byr, nú teir sum liður í menningini fara at royna seg í øðrum feløgum í bestu deildini. Samstundis verður lagt aftrat, at tað verður í spenningi sæð fram til, at teir seinni aftur fara at umboða KÍ.