Klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl á Eiðinum í Klaksvík, har meistaraliðið og toppliðið KÍ í kvøld verður risastórur favorittur ímóti NSÍ. Meðan hetta verður síðsti dysturin í heimligu kappingini hjá KÍ í hesum umfari, so verður hetta punktum hjá NSÍ, áðrenn farið verður í stuttan summarsteðg. So verður tað fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini, har málið verður at sleppa heilt burtur undan hóttanini av niðurflyting og helst at vinna atgongumerki til europeiska kapping á sumri í 2023.
Spurningurin er, um tað verður við nýggjum venjara. NSÍ hevur ikki enn boðað frá, at Todi Jónsson fyri vikum síðani varð sagdur úr starvi. Tosið millum manna á Skálafjørðinum hevur í hesi vikuni verið, at Sámal Erik Hentze fer at taka við sum venjari. Bolt.fo bar søguna í gjárkvøldið, men enn er hon ikki váttað.
Eftir 14 umfør eru tað á stigatalvuni 25 stig á muni millum KÍ og NSÍ, tí er einki at siga til, at KÍ verður roknað at vera stórfavorittur, og tann leikluturin er ikki minni, tá ið havt verður í huga, at Pætur Turiðarson Skipanes og Beinir Nolsøe eru leikbannaðir, og at Aron Knudsen og Oddur Á. Højgaard eru skaddir. Málverjin Tórður Thomsen var ikki á listanum í 3-1 heimatapinum ímóti Víkingi.
Hjá KÍ eru ikki stundir til summarfrí. Heimadysturin ímóti NSÍ í kvøld er tann síðsti, áðrenn KÍ næstu vikurnar og fram til um ólavsøkumundið skal spæla í hvussu so er fýra dystir í europeisku kappingunum. KÍ fer sunnukvøldið av landinum við kós ímóti Bodø, har dystur í europeisku meistarakappingini verður mikukvøldið.
Tá ið NSÍ 3. apríl hevði vitjan av KÍ, fóru gestirnir norður aftur við 4-0 sigri. Hóast KÍ er stórfavorittur, so hava klaksvíkingar ikki gloymt fríggjakvøldið 27. august í fjør. Tá varð KÍ roknað at vera stórfavorittur, og KÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Men ta ferðina var NSÍ leingi omaná, og tríggir risastórir møguleikar vórðu misnýttir, áðrenn KÍ fekk hol á. Eitt nú sendi Klæmint A. Olsen við brotssparki bóltin í tvørtræið.
Hjá KÍ er Deni Pavlovic leikbannaður. Odmar Færø fór tíðliga skaddur av vøllinum í 2-1 sigrinum ímóti HB, og hann verður ikki við í kvøld. Miðverjin Dmytro Lytvyn og framrættaði Jonn Johannesen eru skaddir. Páll A. Klettskarð hevur verið skaddur í mjødnini. Hann varð skiftur inn fram ímóti dystarenda ímóti HB og verður í hvussu so er á beinkinum í kvøld.
KÍ – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 18.30.
-
KÍ | 14 | 13 | 1 | 0 | 39 | 2 | 40 |
Víkingur | 14 | 11 | 1 | 2 | 44 | 12 | 34 |
HB | 14 | 7 | 4 | 3 | 27 | 18 | 25 |
B36 | 14 | 7 | 1 | 6 | 25 | 12 | 22 |
EB/Streymur | 14 | 6 | 2 | 6 | 17 | 25 | 20 |
AB | 14 | 5 | 1 | 8 | 23 | 38 | 16 |
NSÍ | 14 | 5 | 0 | 9 | 19 | 35 | 15 |
07 Vestur | 14 | 3 | 3 | 8 | 14 | 32 | 12 |
B68 | 14 | 3 | 2 | 9 | 13 | 32 | 11 |
Skála | 14 | 0 | 5 | 9 | 12 | 27 | 5 |