KÍ og B36 fáa Viborg at flyta superligadyst í Farum

Fyri at tryggja meira hvílitíð fyri dystin hjá Viborg í Conference League-dysti í Havn, verður dystur í superliguni í Danmark fluttur eitt samdøgur

 

Tað veit danska tíðindastovan Ritzau at siga.

Superligadysturin millum FC Nordsjælland og Viborg FF er fluttur frá sunnudegin 7. august til leygardagin 6. august klokkan 16.

Dysturin verður fluttur fyri at fáa eina størri kabalu at ganga upp, har hevur nakað við bæði KÍ og B36 at gera.

Í triðju umfari í kappingini skal Viborg spæla ímóti B36 í Havn.

Dystir í Conference League verða vanliga spældir hósdag, men tá KÍ, sum skal spæla sín dyst á sama vølli sum B36 - á Tórsvølli, so verður dysturin millum B36 og Viborg fluttur til týsdagin 9. august.

Fyri at tryggja ein eyka hvílidag hjá Viborg-leikarunum, verður superligadysturin í Farum tí framskundaður ein dag.

Fyrri dysturin hjá Viborg ímóti B36 verður spældur mikudagin í Viborg

/ritzau/