Aftaná svíðandi tapið í odda og grannadystinum ímóti Akureyri í farnu viku komu Áki Egilsnes og liðfelagarnir á slóðina aftur í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Áki Egilsnes skoraði fimm mál, tá KA á heimavølli vann á Þrótti, sum er nummar fimm í deildini. KA vann 27-21. Áðrenn steðgin koyrdi tað væl hjá KA, sum var á odda 15-10 í steðginum.
Eftir ti sum in.fo hevur fingið útgreinað um næstbestu íslendsku hondbóltsdeildina spælir nummar tvey dyst ímóti nummar fimm tá grundspælið er liðugt. Og nummar trý spælir ímóti nummar fýra. Vinnarin av teimum báðum dystunum spælir eina uppflytingarfinalu, har vinnarin flytur upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina.
Tí ræður um hjá Áka Egilsnes og liðfeløgunum at liggja so høgt á stigatalvuni sum gjørligt nú tað er rættiliga sannlíkt, at Akureyri fer við fyrsta plássinum og flytur beinleiðis upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina.
Komandi dystur hjá KA verður á útivølli leygardagin 3. mars. Tá tekur unga liðið hjá Stjarnuni ímóti KA.
Støðan:
1 | Akureyri | 13 | 11 | 1 | 1 | 353:274 | 23 |
2 | KA | 14 | 11 | 0 | 3 | 345:284 | 22 |
3 | HK | 14 | 9 | 1 | 4 | 401:357 | 19 |
4 | Haukar U | 13 | 8 | 1 | 4 | 346:293 | 17 |
5 | Þróttur | 14 | 7 | 2 | 5 | 362:326 | 16 |
6 | Valur U | 14 | 6 | 3 | 5 | 345:326 | 15 |
7 | ÍBV U | 13 | 5 | 1 | 7 | 335:367 | 11 |
8 | Stjarnan U | 13 | 5 | 0 | 8 | 305:343 | 10 |
9 | Mílan | 14 | 1 | 1 | 12 | 281:374 | 3 |
10 | Hvíti riddarinn | 14 | 0 | 0 | 14 | 321:450 | 0 |