KÍ spælir 8 dystir í 24 dagar

Eftir at hava spent frá í eina viku, hava KÍ spælararnir vant fýra ferðir, áðrenn teir fríggjakvøldið fara í Gundadal

Tað verður klassikari og toppdystur í Gundadali fríggjakvøldið klokkan 18.

 

KÍ, sum framvegis er topplið, verður gestur hjá HB, sum er á triðja plássi. KÍ hevur 52 stig fyri 19 dystir, og HB hevur 47 stig fyri 20 dystir. Á øðrum plássi er B36 við 49 stigum fyri 21 dystir.

 

-Tað kom væl við hjá øllum at vera heima og halda frí í nakrar dagar, nú tá ið tað vóru landsdystir. Nú hava vit havt fýra góðar venjingar, og vit eru spentir at fara í Gundadal at hitta HB. Vit rokna við, at talan verður um javnan dyst, og vit vóna, at nógvir fjepparar fara at møta upp og taka á við okkum, sigur KÍ venjarin Magne Hoseth.

 

Magne Hoseth vísir á, at næstu vikurnar verður nógv á skránni:

 

-Nú eru bæði landskapping og Conference League á skrá, og fram til næsta landsliðssteðg fara vit at spæla átta dystir í 24 dagar, so talan er um stóra avbjóðing, sigur KÍ venjarin í samrøðu við facebooksíðuna hjá KÍ.

 

Skráin hjá KÍ restina av árinum

 

15.09   HB – KÍ

 

18-09   KÍ – B68

 

21.09   Slovan Bratislava - KÍ

 

24.09   TB – KÍ

 

27.09   EB/Streymur – KÍ

 

01.10   KÍ – ÍF

 

05.10   KÍ – Lille

 

08.10   AB – KÍ

 

22.10   B36 – KÍ

 

18.10   KÍ – Víkingur

 

26.10   KÍ – Olimpija Ljubljana

 

09.11   Olimpija Ljubljana – KÍ

 

30. 11  KÍ – Slovan Bratislava

 

14.12     Lille – KÍ