KÍ økti um leiðsluna í toppinum í Betri-deildini hjá monnum í dag. Næstu liðini á stigatalvuni snávaðu í sínum dystum, og KÍ vann lítlan sigur á botnliðnum Skála. Tað hevur við sær, at KÍ nú er 9 stig framman fyri Víking, ið er næstfremst, og heili 16 stig framman fyri HB á triðja plássi. Skála er framvegis langt aftast á stigatalvuni.
KÍ gjørdi nóg mikið til at vinna dystin á Skála í dag, men tað var ikki stóra flogið yvir spælinum. Meistaraliðið hevði munin og skapti fleiri kjansir, men teir fingu bert eitt mál. Jóannes Bjartalíð skoraði við brotssparki stutt fyri hálvleikssteðgin.
Skála spældi væl við í pørtum av dystinum og hevði støður, ið vóru vandamiklar. Skála var móti endanum tvær ferðir rættiliga nær við at javna. Fyrst rakti Uros Stojanov tvørstongina, og løtu seinni stórbjargaði KÍ málmaðurin roynd frá innskifta Martini Johansen. Eftir tað skifti KÍ venjarin landsliðsspælararnar Odmar Færø og Heini Vatnsdal inn á liðið.
Nú seks umfør eru eftir at spæla, bendir gongdin á, at tað bert er spurningur um tíð, áðrenn KÍ staðfestir FM-heitið, og nær niðurflytingin hjá Skála verður veruleiki. KÍ er 9 stig framman fyri næsta liðið, og Skála er 11 stig undir niðurflytingarstrikuni.
Stigatalvan eftir 21 umfør:
1. KÍ 59 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 43 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 30 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig
9. B68 17 stig
10. Skála 8 stig
22. umfar, 10-11. september:
B68-EB/Streymur
Skála-NSÍ
AB-B36
Víkingur-KÍ
07 Vestur-HB