Heri Ziska
Vegna Bragdið og FÍF
Havi sæð at Dimmalætting er byrjað við einari herferð mótið tí komandi økinum fyri frælsan ítrótt. Fyrst var tað ítróttarskrivarin sum gjørdi vart við at fótbóltinum manglaði venjingarvøllir og róði uppundir, at kastibreytin (øki inni í rennibreytini) kundi nýtast til fótbóltsvøll. Her var tað gott at hoyra borgmeistaran Heðin Mortensen melda klárt út, at hatta var eitt øki, sum var sett av til Frælsan ítrótt, og at fótbólturin mátti brynja seg við tolið í hesari umberingini.
Í eini seinni grein í Dimmalætting var sagt, at Heðin Mortensen sat millum tveir stólar, tí at hann sum borgmeistari hevði lagt upp til, at eitt stadion til frælsan ítrótt við 6 geirum skuldi gerast, hóast tað ikki lýkur krøv til altjóða kappingar, og so sum ÍSF forseti góðkendi hetta. Her var róð uppundir, at frælsi ítrótturin vildi hava eitt av IAAF góðkend stadion, men at Heðin unti okkum tað ikki.
Vónandi havi eg yvirtulkað boðskapin í Dimmalætting, men fyri at ongin misskiljing skal verða, so kann eg vegna Bragdið og FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya) siga, at dreymaloysnin er sjálvandi eitt sokallað »Construction Category 1«, men her er kravið millum annað, at tað er pláss fyri meir enn 10.000 áskoðarum, og at tað er ein sokallað upphitingar rennibreyt við síðuna av sjálvum stadion, ella við øðrum orðum tvær rennibreytir lið um lið. Tað eru einans 38 stadion í øllum heiminum, sum eru góðkend sum »Construction Category 1« stadion, og onki av hesum er í nøkrum Norðanlandi.
Tað sum er í uppskoti er eitt stadion, sum fylgir altjóða krøvum og sum samstundis er hóskandi til ta nýtslu (venjing og fyriskipan av oyggjaleikum), sum verður í Føroyum. Havast skal í huga, at tað sum er altavgerandi fyri frælsan ítrótt í Tórshavn her og nú er, at vit fáa umstøður til at venja frælsan ítrótt (renning, lop og kast) á 365 dagar um árið.
Vit duga at síggja, at sannlíkindini fyri at játtað verður ein fleirfaldað upphædd til dreymaloysnina eru lítil, eins og tørvurin á einari slíkar loysn ikki er til staðar, tí er tað at Bragdið eins og FÍF stuðla verandi ætlan 100%. Harafturat kann nevnast, at umboð fyri frælsa ítróttin í Tórshavn (Bragdið) hava verði við til at tilevna tað uppskot, sum er samtykt í kommununi.