KÍ tók seg nærri metinum

Páll A. Klettskarð vísti landsliðsstøði, tá ið hann skoraði bæði í fyrra og hálvleiki, og klaksvíkingar tóku seg nærri stigametinum

Heimaliðið var støðugt greitt omaná, men inntil tað restaðu fimm minuttir, var heimaleiðslan í Klaksvík bara 1-0. Við síðsta heimadystinum í huga, tá ið B36 í síðstu løtu javnaði til 1-1, var tað spenningur, inntil KÍ fimm minuttir undan leikloki økti um leiðsluna til 2-0, og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at KÍ staðfesti 3-0 sigurin.

 

Bæði tá ið KÍ eftir hálvan tíma setti hol á, og tá ið heimaliðið fimm minuttir undan leikloki økti um munin til 2-0, var tað Páll A. Klettskarð, sum setti bóltin í málið. Í fyrra førinum var tað við handara stólpa, at hann eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg og við handara stólpa stýrdi bóltin í málið. Í seinna førinum var tað eftir framlegging úr vinstru og til hansara stólpa, har Páll A. Klettskarð við innarusíðu stýrdi bóltin í handara síðunetið.

 

Uppleggið til 2-0 málið átti Mads Bo Mikkelsen, sum hevur verið ein av eyðsýndastu spælarunum á liðnum hjá FM favorittunum og aftur í kvøld var eyðsýndur, bæði tá ið hann var miðvallari, og tá ið hann seinastu løtuna var vongverji vinstru.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Jóannes Bjartalíð, sum løtu frammanundan og úr stórari fjarstøðu pløkkaði bóltin á tvørtræið, sigurin. Tað gjørdi hann úr 12 metrum og mitt fyri. Bólturin tók í báðar stólparnar, áðrenn hann fór í netið. Uppleggið í høgru átti innskifti Anders Sølvsten Holvad, sum á baklinjuni sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann trillaði bóltin fyri føturnar á Jóannesi Bjartalíð, sum takkaði fyri.

 

KÍ hevur nú 65 stig. FM metið eigur HB, sum í 2018 vann FM við 73 stigum.

 

KÍ hevur fýra dystir eftir at spæla – NSÍ (ú), HB (h), EB/Streymur (ú) og Skála (h).

 

Við skriviborðssigrinum ímóti B36 í dag er B68 – fyribils í hvussu so er – á sjeynda plássi við 21 stigum.

 

Dystirnir, sum eru eftir hjá B68, eru B68 (ú), AB (h), NSÍ (ú) og B36 (h).

 

 

 

KÍ – B68 3-0 (1-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Páll A. Klettskarð

 

3-0: Jóannes Bjartalíð

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

KÍ: Matias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Cleas Philip Kronberg, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Áki Johannesen, Esmar P. Clementsen – Mohamed Samba