Tær skuldu bara vinna dystin móti Sumba fyri at vinna FM-heitið.
Men KÍ-kvinnurnar lótu ongan iva verða um úrslitið og hvar FM-gullið skuldi.
Tær vunnu heili 10-1 á Sumba, og vístu eisini hví tær eru komnar so langt í ár.
Tær vóru ágrýtnar alla tíðina, spældu væl, og trýstu langt frammi á vøllinum.
Tað gekk ein løta áðrenn hol kom á, men áðrenn hálvleikssteðin høvdu tær skorað fýra mál.
Í seinna hálvleiki hildu tær fram at spæla álopssinnað, og tær skoraðu seks mál afturat.
Eftir dystin var frøin stór á spælarunum. Hetta er fyrsta ferðin í søguni, at KÍ vinnur gull í kvinnudeildini.
Fleiri ferðir hava tær verið nær við, og í fjør snávaðu tær í seinasta umfarinum. Hesaferð avgjørdu tær alt áðrenn seinasta umfar!
Í blaðnum í morgin hava vit sum vant frásøgn frá 1. deild við kvinnum, hesaferð við nógvum myndum úr Klaksvík.