Kidd steðgar við tónleiki

Danski rapparin, Nicholas Westwood, betri kendur sum »Kidd«, váttar á sínum Twitter-brúkara, at hann steðgar við tónleiki. Á Twitter hevur hann skrivað:

 

– Tað passar, Kidd steðgar við tónleiki.

 

Ungi rapparin av Nørrebro fekk annars veruliga sítt gjøgnumbrot í 2011. Millum annað hevði hann eina konsert á Roskilde Festivalinum, har hann fekk sera góð ummæli frá ummælarunum.

 

Kidd hevur sáttmála við plátufyritøkuna, »Cheff Records«. Millum bestu sangirnar hjá honum, kunnu løgini, »Ik’ lavet penge«, »Kysset med Jamel« og »Gøre sin ting«, nevnast.

 

Hvat Kidd skal gera í framtíðini, ber søgan onki um.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð