Í dag gevur Posta út eitt nýtt frímerki, sum myndar danska heimsspekingin Søren Aabye Kierkegaard.
5. mai í ár eru 200 ár liðin, síðani tann heimskendi danski gudfrøðingurin og heimspekingurin Søren Aabye Kierkegaard varð borin í heim.
Um grundgevingina fyri at lata Kierkegaard mynda eitt føroyskt frímerki sigur Posta, at Kierkegaard hevur eisini havt týðandi ávirkan á føroyskt trúarlív, og tí hevur Posta valt at hátíðarhalda hetta við eini felagsútgávu saman við Post Danmark.