Kollfirðingar hava tveir matchbóltar eftir í royndunum at røkka FM-finaluni. Fyrri av hesum verður spældur í kvøld, tá Neistin kemur á vitjan. Hjá KÍF er støðan tann, at teimum restar bert tað eina stigið fyri at røkka finaluni, og tí er eingin sum helst ivi um, at málið er ein sigur, nú Neistin kemur á vitjan. KÍF hevur sveiggjað nógv í avrikunum seinastu tíðina, meðan Neistin hinvegin einki hevur at spæla fyri.
Tveir aðrir dystir verða eisini spældir í kvøld. Í Hoyvík spæla H71 og Kyndil. Hvørgin parturin kann røkka finaluni, men talan er um grannauppgerð, og millum hesi bæði liðini hevur talan mangan verið um intensar og spennandi dystir. Seinasti dysturin er í Klaksvík, har oddaliðið, VÍF, vitjar hjá Team Klaksvík, ið er aftast í deildini.
Allir tríggir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19.30
Støðan í Atlantic Airways-deildini sæst HER