Hotel Djurhuus-deildin:
KÍF – Dráttur 3-0 (25-12, 25-20, 25-13)
Kvinnurnar hjá KÍF vunnu í dag 3-0 á Drátti í sínum síðsta dysti í landskappingini í ár. Úrslitið sjálvt hevði tó ongan týdning fyri bronsuna, tí hana hevði KÍF longu tryggjað sær undan dystinum í dag. Væntað var heldur ikki, at Dráttur fór at standa KÍF kurl í dag, tí Dráttur hevur einans vunnið eitt sett í allari kappingini, sum gaman í var ímóti júst KÍF.
Hjá KÍF hevur tað seinasta vantað í til rættiliga at kunna kappast um at koma í FM-finalurnar, tí liðið hevur tapt allar seks dystirnar ímóti finaluliðunum Mjølni og SÍ, tó at talan tvær ferðir var um fimmsettarar.
Hinvegin hevur KÍF vunnið allar dystirnar á hinum trimum, Fleyr, TB og Drátti – við undantaki av tí eina dystinum ímóti TB, sum vann 3-2 og 17-15 í javnbrótaranum.
Triðjaplássið hjá KÍF er frægasta úrslitið síðani 2020, tá ið bronsan eisini varð vunnin. KÍF er tað einasta liðið í bestu deildini, sum ongantíð hevur vunnið føroyameistaraheitið ella steypakappingina. Tvær ferðir hevur liðið tó verið í FM-finalunum, men tapti bæði í 2018 og 2017, og tvær ferðir hevur KÍF verið í steypafinalunum, men tapti bæði í 2017 og 2007.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
Mjølnir |
14 |
28 |
36 |
|
2 |
SÍ |
13 |
19 |
30 |
|
3 |
KÍF |
15 |
8 |
27 |
|
4 |
Fleyr |
14 |
-2 |
19 |
|
5 |
TB |
15 |
-9 |
17 |
|
6 |
Dráttur |
15 |
-44 |
0 |











