Kiksini kostaðu meiri enn milliónina

At eingin forsøla var, at veðrið argaði, og at 12. maður ikki spældi við á sama hátt, sum teir plaga, bar við sær, at fleiri enn 4000 setur stóðu tóm á Tórsvølli. Formaðurin í Fótbóltssambandinum harmast um lága áskoðaratalið og viðurkennir, at talan er um fíggjarligan smeit hjá FSF

Tað gekk illa á vøllinum leygardag. Fyri triðju ferð í hesi kappingini løgdu Føroyar rygg til 6-0 tap – á heimavølli ímóti Georgia og Fraklandi og á útivølli ímóti Skotlandi. Tað fær illa verið verri.

Uttan fyri vøllin gekk tað av skriðuni. Tað sást aftur á áskoðarasetrunum. Tað hevur verið roknað við, at tá ið Frakland fór at vitja, fór talan at verða um fult hús og harvið kassadyst. Soleiðis varð tað ikki. Færri enn tvey túsund møttu upp seinnapartin leygardagin, og harvið stóðu fýra túsund setur tóm.

Tað var óheppið, tí landsliðið fekk ikki stuðulin, sum tað sjálvsagt eigur at verða roknað við á heimavølli. Tað var eisini óheppið, tí hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at landsdystur á føroyskari grund varð varpaður út kring allan heimin á Eurosport rásini. At Føroyar og føroyingar eru púra býttir í fótbólti høvdu tey onga orsøk at halda, sum sóu dystin á Eurosport.

Leygardagurin var eisini kostnaðarmikil fyri FSF og harvið føroyskan fótbólt. Fýra túsund áskoðarar høvdu lagt meiri enn eina millión í FSF kassan. Talan hevði verið um reint yvirskot, tí útreiðslurnar vóru rindaðar undir øllum umstøðum.


Ivin um dystin kostaði

Tríggjar orsøkir vóru til óvæntað lítlu uppmøtingina.

Ein var, at so stórur ivi var um, um franska landsliðið fór at koma henda vegin. Franska ferðalagið var á ferð allan fríggjadagin, og teir lendu ikki í Vágum fyrrenn klokkan 12.38 leygardagin.

Ein onnur orsøk til laku søluna var, at so at siga eingin forsøla var hesa ferð. FSF hevði ætlað, at øll sølan skuldi vera á netinum og umvegis FSF heimasíðuna. Men tað gjørdist av ongum. Skipanin, sum skuldi nýtast at selja yvir, riggaði ikki.

Fríggjadagin ásannaði FSF, at tað ikki fór at bera til at fáa skipanina at rigga. Tí varð í skundi skipað fyri forsølu í SMS. Men tá tóktist tað sum um, at luftin var farin úr áhuganum fyri at síggja Føroyar ímóti Fraklandi á Tórsvølli.

Áskoðararnir valdu heldur at sita í sofuni og síggja og hoyra Eurosport og aðrar rásir, sum høvdu eina rúgvu av landsdystum á skránni.

Triðja orsøkin til laku uppmøtingina var, at 12. maður hesa ferð ikki spældi við á sama hátt, sum felagið plagar. Fleiri hildu seg burtur, tí tað hesa ferð ikki var teimum loyvt at skeinkja í teltinum, sum teir fyrr í summar høvdu á niðara vølli í Gundadali.


Óli Holm harmast

Formaðurin í Fótbóltssambandi Føroya harmast um, at so fáir áskoðarar vóru til dystin.

- Tað er sera harmuligt signal at senda út, at vit møta so fáment at stuðla landsliðnum, tá vit á fyrsta sinni verða varpað á Eurosport, har hundraðtals milliónir av hyggjarum hava møguleika at síggja okkum, sigur FSF-formaðurin.

Hann ásannar eisini, at FSF hevur fingið ein fíggjarligan smeit av lága áskoðaratalinum.

- Fíggjarligi smeiturin er eyðsýndur. Høvdu vit fingið fylt áskoðaraplássini, høvdu vit fingið nógv meira í kassan, ið so kundi verið nýtt til eitthvørt gott framyvir.

- Miseydnaðu netsøluna av atgongumerkjum eri eg sera harmur um, men vit fingu teknisk brek á ein ella annan hátt, og er hetta ikki nakað vit kunnu gera við nú. Vit halda tó á fram við at nýta hesa bílagdu skipan. Hon skal nokk virka fínt til næsta dyst, sigur Óli Holm.

- Men hetta var ikki einasta orsøkin til, at áskoðaratalið var so lágt. Iivin um at Frakland yvirhøvur fór at møta upp til landsdyst hevði kanska eisini sína ávirkan á laka áskoðaratalið, sigur hann.