Kim Røsvik - ungdómsraðgeving í Havn

Kim Røsvik í Havn hevur ráðgeving til tey ungu millum 10 og 16 ár.

Kim, ið er 24 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Hann hevur búð nøkur ár í Danmark, har hann m.a. ansaði børnum á einum barnagarði og var hjálparlærari í einum forskúla í Randers. Fyri einum ári síðan byrjaði hann sína egnu ungdómsráðgeving í Havn. Hansara arbeiðsdagur er: hósdag-sunnudag frá kl. 23.00 um kvøldið til kl. 6.00 á morgni, og mánadag- hósdag frá kl. 11.00 til 15-16.00 seinnapart. Hansara málbólkur eru tey ungu millum 10 og 16 ár. Hann tosar við tey ungu og tey kunnu venda sær til hansara við ymiskum spurningum. Kim kundi hugsað sær at eitt pláss var í býnum til tey ungu, serliga um kvøldarnar og um næturnar. Hann hevur gjørt eina kanning millum tey ungu, um hvat tey ynskja sær o.l. Eitt av ynskjunum er t.d at fingið eina skateboard-rampu. Eisini at tey kundu íðka ítrótt, uttan at tað endiliga skal vera ein kapping um at vera best. Soleiðis at øll kunnu vera við. Kim vónar at okkurt kemur at spyrjast burturúr, og at myngugleikarnir koma at stuðla honum. Hann hevur telefon nr. 506411 / 313490, teldupostadressur: ungdoms.r@kallnet.fo / kim.rosvik@kallnet.fo.