Klaus Meine vísti Kim Wilde myndir av Føroyum á fartelefonini, og segði henni, at Føroyar eru eitt fantastiskt stað og at teir høvdu eina av sínum bestu pallupplivingum Kim Wilde og Bryan Rice eru í kvøld á Hotel Føroyum og bíða eftir at sleppa avstað við flogfari. Tey fara væntandi í nátt.
Í samrøðu siga tey bæði, at tey hava hugnað sær í Føroyum.
Kim Wilde, Bryan og manning hansara hugnaðu sær á Café Natúr leygarkvøldið við sangi og spæli og Kim Wilde fór eisini eina løtu á pall í Rex.
Spurd, um hon er kedd av, at hon ikki slapp á pall, sigur hon´skemtandi, at hon jú var á palli leygarkvøldið, men at tað jú var á ymsum skeinkistøðum í Havn. Hon er sjálvsagt kedd av, at tað ikki eydnaðist at spæla á Summarfestivalinum, men hon vónar, at hon sleppur aftur eina aðruferð.
Kim hitti Klaus Meine úr Scorpions ávegis til Summarfestivalin, og hann greiddi henni frá, at Føroyar eru eitt fantastiskt stað og at teir høvdu eina av sínum bestu pallupplivingum á Summarfestivalinum.
Og Kim Wilde er samd við Klaus Meine og hon metir at vakurleikin her minnir ikki sørt um økið, ið hon sjálv kemur frá í Onglandi.
Hon hevur havt tað gott á Føroyaferðini, men nú bíða Kim og Bryan eftir at sleppa avstað úr Føroyum, tí aðrar uppgávur bíða. Bryan skuldi ætlandi til Svøríkis klokkan 7 mánamorgunin, men tað verður av ongum, tí Kim og Bryan sleppa væntandi ikki avstað fyrr enn klokkan 3 í nátt, tí flogferðslan er seinkað.