Kina er ikki óheft

- Um Kina veruliga ynskir ein konstruktivan leiklut, eigur forseti landsins at biðja Russland taka sínar herdeildir úr Ukraina, sigur trygdarpolitiski talsmaður hjá Hvítu Húsunum.

- Vladimir Putin og Xi Jinping hava ikki sagt nakað, sum fær okkum at halda, at kríggið í Ukraina heldur uppat fyri tað fyrsta.

 

Tað sigur trygdarpolitiski talsmaðurin hjá amerikansku stjórnini, John Kirby, og her sipar hann til vitjanina hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping, í Russlandi.

 

- Um Kina veruliga ynskir ein konstruktivan leiklut, eigur forseti landsins at biðja Russland taka sínar herdeildir úr Ukraina, leggur hann aftrat.

 

Xi Jinping er á vitjan í Russlandi, og í dag hevur hann kunnað Vladimir Putin, forseta, um kinesiska uppskotið um vápnahvíld og frið í Ukraina.

 

Men, soleiðis sum uppskotið er orðað í 12 punktum, tænir tað bara Russlandi, heldur trygdarpolitiski talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum.

 

- Ein vápnahvíld fer at frysta hermótini millum stríðandi partarnar og fer at geva Russlandi møguleikan at senda meira útgerð og fleiri herfólk til Ukraina.

 

John Kirby leggur aftrat, at USA sær ikki Kina sum ein óheftan leikara, tá ræður um kríggið í Ukraina, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur talsmannin í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Trygdarpolitiski talsmaður hjá Hvítu Húsunum heldur ikki nógv um leiklutin hjá Xi Jinping.