Kinesisku myndugleikarnir halda, at frágreiðingarnar og myndirnar úr ukrainska býnum, Butsja, eru "djúpt órógvandi".
Og her verður neyðugt við kanningararbeiði, eru kinesarar sannførdir um.
Talsmaðurin fyri uttanríkisráðið, Zhao Lijian, sigur sambært Bloomberg, at Kina er ógvuliga órógvað um sivilfólkið í Ukraina.
Hann sigur, at landið stuðlar øllum átøkum, sum kunnu bøta um menniskjansligu kreppuna og lagnurnar í Ukraina.
- Kina er til reiðar at halda fram við samstarvinum við altjóða samfelagið til tess at byrgja upp fyri, at sivilfólk í Ukraina verða rakt, sigur talsmaðurin.
Tað, sum Zhao Lijian sipar til, eru frásagnir og myndir, sum altjóða miðlar hava víst úr Butsja, har sivilfólk liggja deyð í gøtunum í býnum, og onnur eru jarðað í hópgravir.
Kina hevur higartil ikki fordømt russisku innrásina í Ukraina, og Kina greiddi ikki atkvøðu, tá ST-trygdarráðið fordømdi russisku atgerðirnar í landinum.
Mett verður, at ræðuligu hendingarnar í Butsja, sum allur vesturheimurin hevur fordømt, kunnu leggja trýst á kinesiskar myndugleikar.
- Eisini India, sum áður ikki hevur viljað fordømt Russland, kom týsdagin við sínari fordøming av drápunum í ukrainska býnum, veit Reuters at siga.