Trý kinesisk herskip eru á veg til havleiðirnar úti fyri Somalia, har sjórænarar hava tikið fleiri skip í seinastuni Tey trý skipini vóru flaggskrýdd, tá tey fóru úr herflotahavnini Yalong Bay, skrivar almenna tíðindasrovan Xinhua, sum eisini veit at siga, at umleið 1.000 mans eru við teimum trimum skipunum.
Teir somalisku sjórænararnir hava gjørt rættiliga um seg í seinastuni, og fleiri skip eru rænd. Millum tey rændu skipini eru fimm kinesisk, og tað hevur nú fingið landið at senda herskip at verja handilsskipini, sum sigla í Adenvíkini.
Hetta er fyrstu ferð í fleiri hundrað ár, at kinesiski herflotin fer á hernaðarferð í fremmand sjóøki, men ovastin fyri skipunum, Du Jingcheng, admiralur, sigur við blaðið China Daily, at skip og manningar eru fyrireikað til uppgávuna.