Kina setir hart í móti hørðum

Handtøkan av Meng kann fáa fylgir fyri Kanada

Diplomatiska sambandið millum Kanada og Kina er undir trýsti, aftaná Kanada í farnu viku handtók Meng Wanzhou, fíggjarstjóri í tønkirisanum Huawei.


Fíggjarstjórin bleiv handtikin eftir áheitan frá amerikanskum myndugleikum, ið ákæra Meng Wanzhou fyri at hava roynt at fjalt tilknýti hjá Huawei til eitt felag, ið selur útgerð til Iran. Ein søla, ið brýtur við handilsboykottið móti landinum.


Kinesiski varauttanríkisráðharrin Le Yucheng fanst í gjár at handtøkuni og ávaraði Kanada um avleiðingarnar av tilburðinum.


- Kina heitir staðiliga á Kanada um alt fyri eitt at lata handtikna persónin fara, og verja teirra lógliga rætt og heimildir. Um ikki má Kanada taka fulla ábyrgdina fyri álvarsomu fylgjurnar, sigur Le Yucheng sambært Reuters.


Um Meng Wanzhou verður útflýggjað til USA, verða hon sambært Reuters helst ákærd fyri at hava roynt at villeitt fleiri fíggjarstovnar. Ein ákæra, ið kann geva upp til 30 ára fongsulsrevsing.