Kina til reiðar at hjálpa ES

Kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao, sigur, at Kina er til reiðar at hjálpa ES, so samveldið kann sleppa burtur úr skuldarkreppuni.

-Kina vil fegið varðveita støðug viðurskifti og vælferð í Evropa, og Kina er til reiðar at økja sín lut í royndunum at hjálpa samveldinum, segði Wen, eftir at hann hevði havt fund við ES-forsetan, Herman Van Rompuy, og formannin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, í Beijing í dag.

Teir tríggir umrøddu eisini støðuna í Sýrialandi, og har gjørdi Wen greitt, at hann fer at virka fyri einari loysn í ST-høpi. Hann legði dent á, at tað ræður um at forða fyri, at ófriðurin skal enda í einum rættiligum kríggi.

ST heldur, at minst 5.400 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani mótmælini ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaðu fyri skjótt einum ári síðani.