Í dag letur upp ein heldur øðrvísi framsýning í Listaskálanum við risastórum træskurðum hjá kinesiska listamanninum Fang Lijun.
Risastórir træskurðir, ið flenna hánisliga ella skríggja av pínu eyðkenna kynisku realismuna hjá uppreistrarsinnaða kinesiska listamanninum Fang Lijun, ið sýnir fram í Listaskálanum komandi vikurnar.
Við sínum navnleysu, krúnrakaða figurum, finst Fang Lijun at Kina, ið rúmar ókendar møguleikar, men samstundis er merkt av skerdum talu- og trúarfrælsi.
Á hesi framsýningini er dentur lagdur á risastóru træskurðirnar, sum Fang Lijun hevur arbeitt við síðani miðskeiðis í 90?árunum. Hann hevur ment eina serliga tøkni, ið ger tað møguligt at skapa risastórar træskurðir, sum eftir asiatiskari siðvenju eru prentaðir á ovurstórar rullur og hongdir upp á veggin.
Fang Lijun er í dag millum fremstu listafólkini í kinesisku samtíðarlistini. Hansara verk eru nógv eftirspurd, og hann hevur sýnt fram á fleiri listasøvnum í Fjareystri, Evropa og USA.
Framsýningin letur upp í dag klokkan 17 og er at síggja fram til 1. juni.
Framsýningingin er fingin í lag í samstarvi við Det Danske Kulturinstitut, ið arbeiðir við at fremja býti av list og mentan millum Danmark og Kina.