Ein nýggjur kinesiskur chatrobottur, sum eitur DeepSeek, tykist at elva til stúran hjá íleggjarum í chipfyritøkuni Nvidia.
Nvidia fall meira enn átta prosent á amerikanska formarknaðinum í dag. Formarknaðurin er eitt stað, har íleggjarar kunnu handla partabrøv, áðrenn virðisbrævamarknaðirnir lata upp.
Felagið handan DeepSeek hevur eftir øllum at døma ment tøknina við eini fíggjarætlan, sum er munandi minni enn hjá nøkrum av stóru tøknirisunum.
Forritararnir pástanda millum annað, at teir hava brúkt nógv færri framkomnar telduchip frá Nvidia til at venja DeepSeek. Hetta skrivaði millum annað New York Times fríggjadagin.
Amerikanska Nvidia stríðist við Apple og Microsoft um at vera heimsins virðismiklasta fyritøka mált eftir marknaðarvirði.
Tað eru serliga mikrochippini, sum verða nýtt til at venja vitlíkismodell, sum reka virksemið.
Fleiri fyritøkur á evropeiska chip-økinum tykjast eisini at fella í virði á virðisbrævamarknaðunum í dag.
/Ritzau/