Kinesiskur og enskur MG

Framleiðslan av einum nýggjum MG er nú byrjað á gomlu verksmiðjuni í Birmingham í Onglandi.

Tað var í 2005 at kinesarar keyptu bilmerkini MG og Rover og fluttu framleiðsluna til Kina. Í dag er tað SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), sum eigur MG og Rover. Bilarnir verða framvegis gjørdir í Kina, og Rover hava skift navn til Roewe.


Fyri fyrstu ferð í mong ár kemur nú ein heilt nýggjur MG á marknaðin. Talan er um MG 6, sum verður framleiddur bæði í Kina og í Onglandi. Navnið MG stendur fyri Morris Garage, og vóru MG í mong ár smáir sportbilar og sportútgávur av teimum vælkendu Morris og Austin bilunum hjá BMC (British Motor Corporation).