Dávur Winther
Tað er vandamál, at ein tilvildarligur persónur sleppur í so ríkiligt mát at siga og meta um, hvat er list, og hvat hon ikki er Hvat er gott og hvat er vánaligt?
Í meting síni av málningaframsýning í Focus, sum í hesum døgum hýsir Frits Johannesen, legði Kinna Poulsen seg á ein heldur negativan bógv: Frits var amatør og málaði fjákutar krokudillur til eitt virði av tveimum stjørnum.
At siga, at Frits er amatørur og at siga at Frits er autodidaktur ella sjálvlærdur, er hvør sítt. Serliga tá ið hugsað verður um tað negativa rákið, sum búið undir útsøgnini.
Frits málar ikki bert málningar, hann málar skaldskap og aftanfyri hvønn málning liggur ein longri søga, sum Kinna kundi ómakað sær at spurt um.
Minnist ein málning, Frits málaði á listaskúlanum, hann gekk á í Danmark.
Myndevnið var: Ein hending og eitt upplivilsi.
Myndin var av nøkrum muslimskum kvinnum, sum tú sást bakið á, sitandi í einum av býarbussunum í Keypmannahavn. Ein maður stígur inn í bussin. Hetta er William Heinesen. Í speglinum sært tú, at bussførarin er Niels Midjord (Niels á Høvdanum, sum vit plaga at siga).
Tá ið skúlafelagarnir hjá Frits spurdu, hvat málningurin ímyndaði, mundu teir og lærarin ikki komið yvir hugflogið og sjálvsomu samansetingina, sum var rámandi saman við teirri søgu, sum Frits greiddi frá.
Tí er ein mynd ikki bert eitt málað lørift! Kinna kundi ómakað sær at spurt um innihaldið í málninginum. Hví er krokudillan fjákut í eygum Kinnu? Skuldi tað kanska heldur verið ein geldær frá heimliga umhvørvinum? Hevði hon passað betur inn í hugaheimin hjá Kinnu? Ella hóskar krokudillan kanska betri til klaveriaturið og samansetingina av myndini annars?
Vincent van Gogh var ikki lærdur málari! Hann var amatørur! Sama var við Paul Gauguin.
Per Kirkeby er geologur ikki lærdur málari Bjørn Nørgård heldur ikki!. Teir eru glaðir amatørar! (vælvitandi, at teir hava gingið á X-skúlanum ikki á akademinum).
Torbjørn Olsen, Anker Mortensen og Bárður Jákupsson eru ikki útbúnir Soleiðis kundi eg hildið áfram..
Tað óhepna við Kinnu er, at hon er so einsamøll í ummælaraleiklutinum: Hon er allastaðir, í bløðum, útvarpi og sjónvarpi. Á henda hátt kann hon tykjast almóðirlig, alvitandi og mátsetandi fyri, hvat góð list er.
Eg ivist tó onga løtu í, at Frits og fleiri við honum, sum Kinna kallar amatørar, hava lisið hópin meira um list og listasøgu, enn Kinna hevur lisið.
Og so at seta Dávids-stjørnu ella eina aðra á, sum mátieind á eina málninga-framsýning, tað tykir mær ósømiligt, undarligt og meir kommersialiserað, enn gott er.
Tað plagar at verða tikið til, at Tú býrt í glashúsi. Soleiðis haldi eg kann sigast í hesum føri. Tað er vandamál at gríta við gróti í listaheiminum. Tí skalt tú vanda tær um, tá ið tú kallar listafólk, sum tey flestur eru góður við og síggja upp til, fyri amatørar.
Tó kann vera, at Frits ikki passar inn í glashúsið, har bert tey hámettu og lystinlærdu halda til saman við Kinnu. Ivist bert í, um Frits er so illa farin av teirri grund.
Frits er sjálvlærdur og hegnigur á sínum málningapalli. Hann hevur nógvar fyrimyndir, men er tó í øllum, hann ger sín egin.
Eg eri komin nógv í málingarúm hansara gjøgnum árini. Har hópast ikki upp við málningum Teir verða seldir, so hvørt teir eru lidnir. So onkrum hóvar teir! Ja, eg veit um fleiri, sum eru góð við teir, og kalla teir fyri sálina í heimum teirra. Hesi mugu so bara vera reinir amatørar ella bara glaðir amatørar á njótarastigi!?
Tað hoyrist, at Frits hevur selt at kalla allar málningarnar í Focus. Tí mugu vit ásanna, at øll tíbetur ikki eru samd við Kinnu.
Frits er ein glaður amatørur, sum kann kveikja lív í ta mest vandamiklu krokudilluna til gleði fyri okkum vanligu deyðiligur. Og tað fegnast vit um. Hetta nýtist Frits heldur ikki at vera vánaligur listamaður av.
Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga, kundi tú eisini sagt Serliga við ein amatør.
Eg kann ikki bara mær at heita Kringvarpið, um at vanda sær betur um málið.