Kinna Poulsen: Mentanargrunnurin má taka sær um reiggj!

Fleiri av teimum sera dugnaligu listafólkunum, sum hava fingið listaløn eru ov óroynd, skriva Kinna Poulsen m.a. í heldur hvassorðaðum innleggi á listaportal.com.

Kinna Poulsen skrivar í heldur hvassorðaðum innleggi á listaportal.com, at hon heldur at Mentanargrunnurin má taka sær um reiggj.

Hon sipar til listafólkalønirnar.

-Tá vit á sinni tosaðu um listafólkalønir var tankin, at hetta skuldi vera krúnan á listastuðulsverkinum. Meðan starvslønr kunnu søkjast og stuðlast í teimum førum, nevndin heldur verkætlanina vera áhugaverda, skuldu listafólkalønir latast royndum listafólkum, sum við framsýningum, bókum, filmum, leikum høvdu latið ein streym frá sær av listarligari dygd, sum vit sum land ikki vildu verið fyriuttan. Her haldi eg, at fleiri av teimum sera dugnaligu listafólkunum, sum hava fingið listaløn eru ov óroynd, skrivar Kinna Poulsen millum annað.

Sagt hevur verið, at tað hevur nógv at siga, hvussu umsóknirnar eru skrivaðar. men tað heldur Kinna Poulsen lítið um:

- Hetta tykist mær ógvuliga grunt listarliga sæð at leggja so stóran dent á hvørt umsóknin er fín og flott. Vit kunnu ikki lata sum um vit ikki vita av hvørjum øðrum í Føroyum. Veruleikin er, at vit vita effinett hvør er hvør og hvat hvørt listafólk hevur gjørt um seg. Um umsóknirnar hava so stóran týdning skjóti eg upp at vit gera eina umsóknarvirðisløn, sum verður latin flottum umsóknum. – Skemt til síðis.

- At stuðulsslag og upphædd eru samsvarandi við móttakara og verkætlan er neyðugt fyri um stuðulin verður tann effektiva íløgan, sum ætlanin var, og tí má nevndin í Mentanargrunninum taka sær um reiggj!, skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.

Innleggið sæst í fullari longd her:

http://www.listaportal.com/tidindi/2019/6/9/mentanargrunnurin-m-taka-sr-um-reiggj?fbclid=IwAR1dl0q7_KG2eMm_4CVBHN26jGcYv3fbjX-WyefKkIUZU0lqq91rYzfi-Vk