Kinna um Bárð Jákupsson: Gevur upplivingar av orku og ljósi

Leygardagin 17. februar læt upp stórfingin framsýning við oljumálningum og vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson, sum fylti 80 ár tollaksmessudag í fjør.

Kinna Poulsen ummælir sýningina á listaportal.com, og sigur millum annað:

 

Vit hava áður upplivað risastórar framsýningar hjá hesum listamanninum og vita, at tá hann fer í gongd, er tað ikki við mýkindum og tað er hvørki hóvsemi ella afturhald, ið kemur einum til hugs, tá mann skal lýsa Bárð Jákupsson. Hann er stórtøkin við stórum armrørslum. Á framsýningini eru ikki færri enn 98 myndir at síggja á øllum fýra hæddum í Müllers Pakkhúsi – tað er ein sonn listalig tour de force hjá einum listamanni, ið fevnir tað ógvusliga, ekspressiva og tað inniliga og vakra - eisini tíðum tað skreyt- og vignettkenda.

 

Og Kinna Poulsen heldur fram:

 

Framsýningin krevur av áskoðaranum, at mann gevur sær tíð at hyggja, men afturfyri gevur hon tær, sum hyggur, upplivingar av orku og ljósi og tað er tiltrongt í hesum myrku tíðum.

 

Alt ummælið og fleiri myndir eru at síggja her: Maksima-LIST — Listaportal