Kirkjan á netinum

.

Fólkakirkjan er nú komin nærri fólkinum. Í hvussu er teimum, ið hava atgongd til alnetið.

Fólkakirkjan hevur egna heimasíðu, ið ein kann trýsta seg inn á við at skriva www.folkakirkjan.fo

Fram kemur mynd av múrinum í Kirkjubø og so kann farast víðari at fá upplýsingar um t.d. kirkjur, kirkjuráð, prestagjøld, guðstænastur og hjá teimum, ið skulu navngeva nýggjum limum í familjuni, er gaman í at trýsta seg inn á navnalistan.

Um stutta tíð verður eisini møguligt at lesa Bíbliuna, um ein vitjar heimasíðuna.