Kirkjan setir Luther á breddan

Í samband við, at tað eru 500 ár liðin síðan Luther festi teir 95 avlátssetningarnar á kirkjudyrnar í Wittenberg hátíðarheldur fólkakirkjan hesa søgulig hending, ið broytti heimin, teir næstu mánaðirnar við eini røð av tiltøkum.


Gjøgnum heystið skipar fólkakirkjan fyri ikki færri enn 28 tiltøkum, ið á onkran hátt hava tilknýti til trúbótina. Byrjað verður við einum fakseminarið á Fróðskaparsetrinum 31. august við heitinum Reformatiónin og ávirkan hennara.


Høvuðsdagarnir eru frá 22. oktober til 1. november, tá Lutherdagar verða hildnir í Norðurlandahúsinum, harímillum ein fagnaðarkonsert við Føroya Symfoniorkestur og eini Fagnaðargudstænastu í Havnar kirkju 31. oktober.


Harumframt verður skipað fyri eina ørgrynnu av ymiskum tiltøkum, ið varpa ljós á Martin Luther og trúbótina, harímillum kann nevnast framløga av nýggjum frímerki um trúbótina frá Posta, ið Anker Eli Petersen, listamaður, hevur lagt til rættis, ein leikur sum Eyð Matras hevur gjørt um konuna hjá Martin Luther og fleiri áhugaverdar konsertir.


Í samband við Reformatiónsárið sendir fólkakirkjan í vikuni eisini eitt Luthersblað út til øll húskir í landinum, harvið eisini fylgir ein skrá við tiltøkum og ein teknirøð um Luther, ið fólkakirkjan hevur útgivið saman við Námi.