Kirkjan sum ikki verður liðug

La Sagrada Família kirkjan í Barcelona er meistaraverkið hjá Gaudi, sum framvegis er í gerð og neyvan nakrantíð verður liðug bygd

(Barcelona) Eftir at katalanski arkitekturin Antoni Gaudí hevði arbeitt við Sagrada Família kirkjuni í fleiri áratíggju, skuldi hann skemtandi havt sagt: “Kundin hjá mær hevur ongan skund”.

Og tað er framvegis eingin skundur at fáa kirkjuna lidna. Hon er framvegis í gerð og verður ikki liðug fyribils.

Farið varð undir at byggja kirkjuna fyri meira enn hundrað árum síðani. Eftir at ósemja gjørdist millum upprunaliga arkitektin Francesc del Villar og byggiharran, varð Gaudí biðin um at taka yvir, og hann arbeiddi síðani í 40 ár við byggingini av kirkjuni. Seinastu 15 árini av hansara lívið brúkti hann alla tíð og orku upp á La Sagrada Família – kirkjan hjá heilagu familjuni.


Ferðamál

Sagrada Família kirkjan er sera stórsligin og hugtakandi, og endaleysir smálutir skapa eina geniala eind. Kirkjan er eitt av stóru ferðamálunum í Spania, og hvønn dag vitja túsundtals fólk kirkjuna.

Ein týðandi partur av søguni um kirkjuna er, at hon framvegis ikki er liðug bygd – og tað verður hon heldur ikki fyribils.

Roknað verður við, at byggingin heldur fram nógv ár fram í tíðina, og spurningurin er, um hon nakrantíð kann blíva heilt liðug.