Eins og nógvu seinastu áðrini hava nógvar kirkjur kring landið gudstæanstu nýttársaftan og soleiðis er eisini í Vestmanna í dag.
Fyri nøkrum áðrum síðan bleiv gudstæanastan løgd frá á midnátt til kl.17.00, og tað er eisini soleiðis í ár.
Vestmenningurin Ovin Klein Olsen, sum býr í Danmark og fyri kortum gav út fløgu, kemur í dag at spæla nakrar sangir undir gudstænastuni í Vestmanna.
Ovin hevur skrivað nógvar sangir sjálvur, og onkrar teirra kemur hann eisini at syngja.
Vestmanna kirkjukór og Ovin fara at syngja og spæla sama eisini, og Inga Poulsen Dam verður prestur.