Kjósa Ársins fyrstahjálpara hósdagin

– Hvør er Ársins Fyrstahjálpari 2012?

Tað spyri Reyði Krossu Føroya, sum sóknast eftir evnum at heiðra, sum Ársins Fyrstahjálpara 2012.

Hesaferð eru átta uppskot komin inn. Trý av hesum eru tilnevnd, og verður tað avdúkað hósdagin 14. februar klokkan 15, hvør Ársins Fyrstahjálpari 2012 er.

Tann, sum verður kosin Ársins Fyrstahjálpari 2012, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Fyri árið 2012 eru uppskot komin inn um bæði einstaklingaavrik og bólkaavrik.

– Øll avrikini eru æruverd. Og skulu tey hava eina stóra tøkk frá okkum øllum fyri teirra avrik. Endamálið er ikki einans at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara 2012, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast.

– Øll eru vælkomin í húsini hjá Reyða Krossi Føroya á Bryggjubakka 10 í Tórshavn, hósdagin, sigur Reyði Krossur í Føroya.