Hóast støðan í dag og kreppan í 90unum als ikki kunnu samanberast, so eru Jørn Astrup Hansen, Janus Petersen og Jóannes Jacobsen samdir um, at føroyingar lærdu alt ov lítið av kreppuni, sum í ovurmorgin onkursvegna heldur 20 ára føðingardag
- Í 90unum sóu vit ein planøkonomi bróta saman. Men tað, vit síggja í dag, er minst líka órógvandi. Tað serliga órógvnadi er demografisku forskjótingarnar í samfelagnum. Vit missa tey ungu og vit missa kvinnurnar, og tað skal mann ikki gera serliga leingi, fyrr enn tann djúpa kreppan er har, vóru seinastu orðini hjá Jørn Astrup Hansen, búskaparfrøðingi og fyrrverandi bankastjóra, í Ghetto Føroyum í dag Hinir gestirnir í umrøðuni at kreppuni í 90unum samanborið við dagin í dag, Janus Petersen, master í búskaparfrøði og løgfrøði, og Jóannes Jacobsen, phd. í búskaparfrøði, tóku undir við honum.
Jóannes Jacobsen førdi somuleiðis fram, at hendan skipanin, har landið hevði ein sera aktivan leiklut í fiskivinnuni enn setir síni djúpu spor í føroysku fiskivinnuna.
- So seint sum í ár hava vit sæð, hvussu beinleiðis stuðul var givin fiskivinnuni, segði Jóannes Jacobsen.
Hoyr kjakið millum Janus Petersen, Jørn Astrup Hansen og Jóannes Jacobsen her: