Kjak um sjálvsavgerðarrættin á Rás2

(Rás2) Hoyr kjakið, ið var millum Magna Arge, fólkatingsmann og Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr kjakið sum var í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Verturin, Hilmar Jan Hansen hevði boðið Magna Arge, fólkatingsmanni hjá Tjóðveldi og Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni og formanni í Sambandsflokkinum á gátt í Rásarúminum at kjakast um sjálvsavgerðar Føroya.

 

Magni Arge heldur ikki, at tað kann góðtakast, at danska stjórnin ikki hevur boðað Sameindum Tjóðum frá sjálvsavgerðarrætti Føroya, og fyri stuttum fekk hann staðfest, at danska ríkisstjórnin ongantíð hevur boðað alment frá, at tikið verður undir við sjálvsavgerðarrætti Føroya. 

 

Bárður á Steig Nielsen heldur, at einki er at óttast við sjálvsavgerðarrættinum. Vil ein meiriluti av føroyingum út úr danska ríkinum verður hetta játtað okkum uttan trupuleikar. 

 

Bárður á Steig Nielsen heldur ikki, at Danmark sum eitt demokratiskt land fer at forða Føroyum at fara úr danska ríkinum, um tað er tað Føroya fólk ynskir.