Áhugavert kjakkvøld verður í kvøld klokkan 20 í Filadelfia í avn. Evnið, ið viðgjørt verður, er ?Skal landið veita almennan stuðul til listafólk?.
Evnið er viðkomandi i dag, og luttakararnir hava allir sína hugsan um evnið.
Teir, ið luttaka eru, Carl Johan Jensen, rithøvundur, Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í LISA, Finnur Jensen, tíðindamaður og Bill Justinussen, politikari. Orðstýrari verður Sonne Smith.
Luttakararnir leggja síni sjónarmið fram, og so verður frítt at seta spurningar.