Fríggjakvøldið fer MFS at skipa fyri lestrarstevnu, har umboð úr samgongu og andstøðu fara at kjakast um førda útbúgvingarpolitikkin í Føroyum Umboð úr samgonguni og andstøðuni fara at kjakast um førda útbúgvingarpolitikkin í Føroyum. Undan kjakinum kunnað lesandi úr Norðuratlantsbólkinum um sínar kanningar millum føroyskar útisetar í Danmark.
Sum støðan er, eru mong ið fara úr Føroyum í lestrarørindum uttan at koma heimaftur. Spurt verður hvørjar orsøkirnar eru til hesa gongd og um nóg mikið verður gjørt fyri at venda gongdini.
Politisku umboðini fara at geva síni boð og høvi verður hjá fólki at seta spurningar og siga sína hjartans hugsan um evnið.
Millum politisku umboðini vera eitt nú Sjúrður Skaale, Magni Laksafoss og Eygun Samuelsen.
Árliga lestrarstevnan verður hildin á Rex í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 19.00, og umframt politiskt kjak verður undirhald við Jákupi Veyhe og tónleikur við Finni Jensen. Tiltakið er ókeypis.