Kjakaðust um alzheimer í dag

Í dag hevur stór ráðstevnan verið um alzheimer í Norðurlandahúsinum

Tórshavnar kommuna skrivar seinnapartin, at nógv mál vóru til viðgerðar - eitt nú trupulleikin av, at starvsfólk rýma, at lønin er ov lág og at pláss vanta til starvsvenjingar.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu setti ráðstevnuna fyrr í dag. Hann nevndi eisini avbjóðingina við starvsfólkum í røðu síni í dag:

 

- Tað heimsumfatandi trotið á yrkislærdum vælferðarstarvsfólki rakar eisini eldraøkið, og harvið alzheimersøkið, meint. Í temafrágreiðing síni í apríl vísti Búskaparráðið á, at til eldraøkið skulu komandi 10 árini fáast til vega fleiri hundrað starvsfólk, segði borgarstjórin, sambært torshavn.fo.

 

Kjakað í dag snúði seg eisini um, um fjarleiðsla riggar, um styttri arbeiðsvika er eitt gott hugskot, um hvussu eftirútbúgvingar verða skipaðar o.s.fr. Nomið varð við, um tíðin er komin til at endurhugsað alt eldraøkið.

 

(Mynd og kelda: Tórshavnar kommuna / torshavn.fo)