Kjakmentan: Fekk deyðshóttanir í postinum

Hann varð skírdur landasvíkjari og fekk dulnevndar deyðshóttanir eftir samráðingarnar við CIP. Tá er kjakið farið út um mark, sigur Kári P. Højgaard

 

Kári P. Højgaard er kanska ikki millum mest umstríddu politikkararnar, men kortini hava bylgjurnar brotið høgt um hann til tíðir, serliga tá hann var landsstýrismaður.

 

Hann stóð fyri fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging, sum var illa lýdd um stóran part av landinum, men harðastu álopini komu í samband við avtaluna við CIP um at byggja Eysturoyartunnilin.

 

Les eisini: »Tey góðu« taka frástøðu frá huldumanninum

 

– Tað nívdi nógv, at fólk tá kallaðu meg fyri landasvíkjara, og tað var lítið hugaligt at finna dulnevnd brøv í postkassanum, har deyðshóttanir vóru settar fram, sigur Kári P. Højgaard. Brøvini hevur hann víst løgregluni.

 

– Sjálvandi skulu vit tola eitt sindur, men ofta fer kjakið langt út um mark. Tað nívdi meg, at fólk kallaðu meg landasvíkjara í samband við CIP-málið, og slíkt haldi eg ikki, at vit eiga at góðtaka. Øll hava síni mørk, eisini vit politikkarar, sigur Kári P. Højgaard. Hann fegnast tó um, at tað á Facebook sæst, hvør tað er, sum skrivar.

 

– Vit politikkarar mugu hava harða húð, tí tað er altíð onkur, sum hevur viðmerkingar. Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk vilja kjakast politikk, eitt nú í føðingardøgum og øðrum privatum umstøðum, men tá halda fólk ein siðiligan tóna, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hann varð valdur inn í Runavíkar býráð í 1988 og sat har til 2008. Í 2001 bleiv hann varamaður fyri Sámal Petur í Grund og í 2002 varð hann valdur inn á ting, har hann hevur sitið síðani. Hann var landsstýrismaður í innlendismálum frá novembur 2011 til septembur 2013.

 

– Tað er ein forrættur at vera politikkari, at fólk hava givið mær sína atkvøðu. Eg havi ongantíð angrað, at eg fór upp í politikk í 1988, hóast at tað eru minni hugaligt ting, sum fylgja við politiska lívinum, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hann heldur, at tað er ein ávísur munur á at vera kommunu- og landspolitikkari.

 

– Sum býráðspolitikkari er ein nógv nærri nærumhvørvinum og borgarunum. Avgerðirnar, sum tiknar vera, hava ofta eina meiri beinleiðis ávirkan á bygdafólkið og liggja kanska veljaranum nærri at hjarta. Tá er sannlíkt, at fólk siga tær sína meining, tá tey hitta teg, sigur hann.

 

– Við Facebook er borgarin eisini komin nærri landspolitikkaranum. Eg síggi eisini, at tá eg leggi okkurt út, so skapar tað eina reaktión. Onkrar viðmerkingar eru sera óbehagiligar, men tað er eitt sindur betri nú, enn tá eg var landsstýrismaður, sigur hann.

 

– Vit politikkarar skulu hava eitt pínumark, sum er hægri enn hjá øðrum. Politikkur er sera kensluborin, og nógv fólk ganga høgt upp í hann. Vit mugu vænta, at fáa reaktiónir, tá vit taka avgerðir, sum ávirka gerandisdagin hjá fólki, sigur Kári P. Højgaard.

 

Samrøða, Danjal av Rana hevði við Kára P. Højgaard, Sosialurin 26. august 2016