Kjaksending um vælferð á Rás 2

Valevnir skulu m.a. kjakast um effektivisering og tað almenna, privatisering og sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Mikudagin 26. august kl. 15 verður ein kjaksending á Rás 2 um vælferð og tað almenna.


Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar luttaka, og Dánjal Højgaard er vertur. Tað er Fakfelagssamstarvið, ið skipar fyri sendingini.


Evnini, ið luttakararnir fara at kjakast um er effektivisering og tað almenna, privatisering, útveiting og sálarligt arbeiðsumhvørvi.


Tey luttakandi fyri teir ymisku flokkarnir eru:

Fólkaflokkurin: Annika Olsen
Sambandsflokkurin: Bárður Nielsen
Javnaðarflokkurin: Kristianna W. Poulsen
Nýtt Sjálvstýri: Bjørn á Heygum
Tjóðveldi: Maud Wang Hansen
Framsókn: Hanna Jensen
Miðflokkurin: Frank Jacobsen