Í einari áheitan, sum varð samtykt á ársráðstevnuni hjá IAEA í Wien í gjár, verður kravt, at allar uttanfyristandandi herdeildir á verkinum taka seg aftur, og at Ukraina fær fult eftirlit við verkinum aftur.
Kjarnorkuverkið Zaporizjzja, sum liggur á markinum millum stríðandi partarnar, verður sagt at vera tað størsta í Evropa.
Í áheitanini verður eisini kravt, at eftirlitsfólk hjá altjóða kjarnorkustovninum fáa fulla atgongd til allar partar av verkinum. Higartil hevur russiski herurin ikki givið eftirlitsfólkunum atgongd til takið á nøkrum av kjarnorkureaktorunum.
Áheitanin varð samtykt við 69 atkvøðum fyri. Seks lond, eitt nú Russland, Kina og Iran, atkvøddu ímóti, og 32 lond, eitt nú Pakistan og Suðurafrika, atkvøddu blankt.
Stjórin í IAEA, Rafael Grossi, er órógvaður um vantandi viðlíkahald á verkinum, síðan russiska hersetingarvaldið tók verkið fyri hálvum øðrum ári síðan.
Rafael Grossi hevur fleiri ferðir ávarað um vandan fyri einari kjarnorkuvanlukku orsakað av bardøgum í økinum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi um samtyktina í altjóða kjarnorkustovninum, IAEA.
##med2##