Japanska orkufelagið Chubu Electric Power kunngjørdi í dag, at tað hevur stongt tann seinasta reaktorin á kjarnorkuverkinum Hamaoka. Verkið hevur fimm reaktorar. Tríggir teirra hava staðið stillir leingi, og tann fjórði varð stongdur fyrr í vikuni.
Hamaoka-verkið er í einum øki, har jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir, og jarðfrøðingar hava ávarað um, at tað er rættiliga sannlíkt, at ein jarðskjálvti sum tann í mars kanna henda í økinum. Hetta fekk herfyri Naoto Kan, forsætisráðharra til at mæla Chubu Electic Power til at lata verkið aftur, og tað er nú stongt med alla, sigur felagið.
Hamaoka er 200 kilometrar frá høvuðsstaðnum Tokyo.