Kjartan Hoydal: Løgmaður leypir á frælsið at skipa seg og bera egin sjónarmið fram

- Um eitt privat bræv av misgávum kemur øðrum í hendi enn tí tað var ætlað, man vanligur fólkasiður vera at bera sendaranum brævi aftur og boða frá mistakinum, sigur Kjartan Hoydal í viðmerking til tað, sum løgmaður hevur sagt um brævið, Kjartan Hoydal av misgáðum hevur sent øðrum, enn fólkunum sum hava tilknýti til fullveldisfelagsskapin, Hesuferð

 

Tíðindaskriv: Við undran fái eg at vita, at løgmansskrivstovan hevur sent út eitt tíðindaskriv, sum byggir á eitt teldubræv, sum eg havi sent út til limir í Átakinum Hesuferð. Av misgáum er hetta teldubræv farið út til onnur enn limir, m.a. Sosialin og Dimmalætting. Feilurin er mín og biðið eg um umbering fyri tað.

Teldubrævið er eitt privat bræv við uppskotum um hvussu Átakið kann arbeiða í heyst. Innihaldið í hesum man ikki vera ólíkt tí, sum aðrir politiskir felagsskapir senda út til síni.

Hetta privata bræv er komið á løgmanni í hendi og hevur hetta fingið hann til at senda boð til allar fjølmiðlar í Føroyum. Hetta er sanniliga stór æra hjá Hesuferð.

Um eitt privat bræv av misgávum kemur øðrum í hendi enn tí tað var ætlað, man vanligur fólkasiður vera at bera sendaranum brævi aftur og boða frá mistakinum. Hetta gjørdi Sosialurin.

Føroya løgmaður hevur valt at nýta hetta brævið til annað endamál. Hann nýtir tað til at átala, at ein lóglig politisk rørsla, sum hevur arbeitt uttan fyri flokkarnar fyri at føroyingar átaka sær størri ábyrgd, hevur onnur sjónarmið enn hann. Samstundis sendir hann fjølmiðlunum tað privata brævið, sum av órøttum er komið honum í hendi, við sendaralistanum, har fleiri fólk, sum ikki eru limir í Hesuferð, av misgáum standa á. Við orðalagið, so kaldur gjóstur stendur frá, verður ávarað móti, at fólk - samskipað ? eru ósamd við løgmanni og hansara sjónarmiðjum um hvussu farast skal fram í sjálvstýrismálnum. Hetta kann ikki fatast sum annað enn at løgmaður leypir á frælsið at skipa seg og bera egin sjónarmið fram.

Hesuferð hevur ikki dult sini sjónarmið. Tey hava verið at lisið í bløðum, á heimasíðu okkara og á nógvum almennum fólkafundum, seinast á Ólavsøku tá m.a. eg sjálvur helt eina røðu. Hendan røðan hekk uppi í tí teldubrævinum, sum var sent út eftir skeiva listanum. Hon er almenn og ikki privat, men tað røðuna hevur løgmaður ikki havt áhuga fyri at gera viðmerkingar til.

Tí skulu tvey brot frá hesari røðuni verða endurgivin:

?Ífjør tá Hesuferð skipaði fyri fólkafundi, her á Doktaragrund, væntaðu vit í góðveðrinum á Ólavsøku 2001, at halda, at 26 mai 2001 hevði Føroya fólk við fólkaatkvøðu lagt polisku kósina fyri tey næstu árini við at flyta fullveldið úr danska fólkatinginum til føroyska løgtingið. Hetta hendi ikki. Løgmaður gav skarvin yvir og tordi ikki at standa við tey demokratisku lyftini, sum vóru givin?

?Í staðin hava vit fingið eina løgtingssamtykt, sum leggur ein 12 ára ætlan. Hetta er eitt annað amboð enn vit høvdu væntað, men brúkiligt. Størri krøv eru til politiskt fundvísi í 12 ár, 3 løgtingsskeið, men sjálvandi er hetta ikki ómøguligt. Løgtingsavgerðin var røtt undir umstøðunum, og var ein staðfesting av, at løgtingið út frá ?ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti?, tók undir við, at farið varð undir eina miðvísa fullveldisætlan. Við hesi avgerð var sjálvsavgerðarrætturin staðfestur. Løgtingið setti dagsskránna, men avgerandi fyritreytin fyri hesari leið var, at nú var einki at samráðast um við donsku stjórnina. Danska stjórnin skuldi bert kunnast um avgerðirnar og tíðarætlan. Alt lá hjá okkum sjálvum?

Hetta landsstýrið hevur samráðst fyri seg. Praktiskar samrøður við danir, sum fylgja av løgtingssamtyktini, eiga neyvan at samanberast við samráðingar um stóru politisku spurningningarnar úti í heimi.