Kjartan og Fyllingen vunnu loksins á útivølli

Aftaná sjey royndir eydnaðist tað loksins Kjartani Johansen og liðfeløgunum at vinna ein dyst á útivølli í dag

Í bestu norsku hondbóltsdeildini hava Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen fingið 11 av 12 møguligum stigum, men á útivølli hevur haltað illa.

 

Í dag eydnaðist tað endiliga Fyllingen Bergen at vinna ein dyst á útivølli, tá Fyllingen vann ein sera sannførandi 38-28 sigur á Sandnes á útivølli. Longu í steðginum var Fyllingen Bergen á odda 18-10, og tað eydnaðist at halda uppá ta leiðsluna og byggja eitt sindur uppá hana í seinna hálvleiki.

 

Kjartan Johansen hevur verið góður fyri nøkur og fleiri mál í dystunum hjá Fyllingen Bergen, men í dag gjørdist bara talan um tað eina málið hjá Kjartani.

 

Fyllingen Bergen, sum er nummar seks í bestu norsku hondbóltsdeildini við 14 stigum fyri 13 dystir tekur ímóti Elverum á heimavølli komandi mikukvøld. Talan er um seinasta dystin áðrenn vetrarsteðgin. Elverum er nummar fýra við 17 stigum fyri 10 dystir, so talan verður um sterka mótstøðu.

 

Støðan:

 

1.Halden13913429:35919
      
2.Arendal13913405:34819
      
3.Drammen13904389:34718
      
4.Elverum10811339:27717
      
5.Haslum HK13634359:37015
      
6.Fyllingen13625387:38714
      
7.Baekkelaget12525350:33712
      
8.Falk12507295:32610
      
9.Bodo13418369:3789
      
10.Kolstad12417322:3459
      
11.Sandnes13409332:3948
      
12.Notteroy130013314:4220