Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget spældu í kvøld útidyst í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Runar Sandefjord.
Runar vann stórsigur 41-27. Í steðginum var Runar á odda 16-11.
Kjartan skoraði eitt mál, og legði upp til trý mál í kvøld.
Bækkelaget liggur á einum 10. plássi í deildini við 14 stigum. Bækkelaget hevur fýra stig upp til nummar átta, Kristiansand nú bert tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum.
Tí er møguleikin hjá Bækkelaget at røkka áttanda plássinum, og harvið endaspælinum ógvuliga lítil. Bækkelaget hevur eisini væl verri málmun enn liðini sum liggja á einum endaspælsplássi nú.