Kjartan Stakksund 75 ár

Mánadagin sum fór, 24. januar, fylti Kjartan Stakksund 75 ár.

Føðingardagin helt hann í gjárkvøldið, fríggjakvøldið, tá ið tað var veitsla í missiónshúsinum Karmel á Eiði. Tað var so rímuligt, at Kjartan helt føðingardag í missiónshúsinum á Eiði. Hann er missiónsmaður og eiðismaður um ein háls.
Foreldrini hjá Kjartani vóru Anna og Eli Stakksund. Hon var úr Andrasstovu, og hann var ættaður av Langasandi. Tey búsettust á Eiði og fingu fimm børn - Abraham føddur í 1926, Manni føddur í 1928, Kjartan føddur í 1930, Elin fødd í 1931 og Andrea, sum var fødd í 1934. Eftir á lívi eru Kjartan og Elin, sum býr í Havnini.
Tá ið Kjartan varð føddur, var tað omman, Elin, sum tók ímóti. Hon var útbúgvin jarðamóður og ættað úr Froðba. Á Eiði varð hon nevnd Suðuroyar Elin. Maður hennara var Jóan Magnus Hansen ella Jóan Magnus í Andrasstovu. Frá 1903 og fram til í 1945 ella í samfull 42 ár gekk hann tvær ferðir um vikuna við posti millum Eiði, Gjógv og Funning, og tí er tað ikki so undarligt, at hann tey seinnu árini varð róptur Gamli Postur har norðuri. Tað veit Vilhelm Johannesen at siga í bókini Postur í Føroyum, har onkrar søgur eru frá postferðunum hjá Jóan Magnusi.
Á hinari síðuni vóru abbin og omman hjá Kjartani Abraham og Olivia. Hon var av Strondum, og hann var av Langasandi. Hann var bara 36, tá ið hann doyði. Hesi vóru altso foreldrini hjá Eli Stakksund.
Kjartan hevur verið aktingarmaður og seyðabóndi, tí hann átti hálva aðru mørk fyri Norðan. Eitt skifti arbeiddi hann á trolvirkinum á Eiði, sum hann átti saman við øðrum í bygdini. Eina tíð helt trolvirkið til í kjallaranum í Karmel, har 75 ára føðingardagurin varð hildin. Kjartan var eitt skifti málari á Eiði, og so fekst hann við at seta sildagørn.
Í 1953-54 var Kjartan á bíbliuskúla í Danmark. Tað, sum Kjartan fekk burturúr á bíbliuskúlanum, man hava komið honum til góða í missiónsarbeiðnum. Kjartan er trúgvur í kirkjuni, og hann hevur verið heilt nógv við í missiónshúsinum á Eiði og eisini aðra staðni kring landið.
Kjartan átti eina fastur í Noregi. Hann er familjukærur og skyldskaparbondini til Noregs hevur hann gingið høgt uppí. Ikki færri enn tredivu ferðirnar hevur hann verið í Noregi og ferðast. Smyril Line gjørdi eitt sindur burturúr, tá ið Kjartan fyri 30. ferðina ferðaðist við teimum til Noregs.
Kjartan Stakksund er fastur fúsur á Ólavsøku. Har er hann altíð í kirkju ólavsøkudag, og so gleðist hann um møguleikan at steðga á og hitta fólk og serliga at luttaka í nógvu útimøtunum, sum eru á Ólavsøku. Kjartan hevur fingist ikki so lítið við at yrkja, og undan tjóðarhátíðini plagar onkur yrkingin frá hansara hond at síggjast í bløðunum.
Tíðliga í tíðini keypti Kjartan sær fototól og seinni eisini filmsupptakara. Hann hevur varðveitt nógvar hundrað myndir og nógvar tímar av filmi. Eiðis kommuna hevur nú hetta savnið, sum er sera kærkomið søguligt tilfar um eiðisfólk og bygdina. Tá ið teir fyri ikki so langari tíð síðani høvdu seyðasýning á Eiði, handaðu røktingarmenninir Kjartani klokku, har teir í inngraving á plátu takka honum fyri, at hann í myndum hevur syrgt fyri, at søgan um seyðahaldið í bygdini er so væl varðveitt.
Inntil fyri stuttum hevur Kjartan búð í barnaheiminum í Andrasstovu. Nú er hann fluttur í sambýlið á Eiði, Korndalsbýlið, og har hava hann og hini búfólkini tað gott.