Klædnahandilin "hjá Kissa", sum er ein partur av býarmyndini í Havn, verður 40 ár týsdagin 14. September 2004.
Eftir at hava arbeitt í handlinum hjá Hans Joensen í Niels Finsensgøtu í meira enn 30 ár, stovnaði Jens Christian Christiansen, vanliga nevndur Kissa, sín egna klædnahandin við mannfólkaklæðum á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta í 1964.
Í fyrstu lýsingunum hjá Kissa sæst, at klædningar til menn kostaðu frá 316 til 530 krónur, og til dreingir og hálvvaksnar kostaðu kædningarnir úr 286 krónum. Einar terylenbuksur kostaðu kostaðu frá millum 68 og 122 krónur, og ein pyamas kostaði 51 krónur. Hetta ljóðar kanska bíligt, men í mun til tímalønina hava klæðir verið lutfalsliga dýr.
Kissa varð føddur í Havn 27. juni 1916. Hann var næstelstur av 6 systkinum.
Mamman var Hanna - ættað úr Stórustovu í Sørvági - og pápin var Jóhan Christiansen - nevndur Hannemann hjá Mikkjal í Dali í Havn.
Kissa gekk í kommunuskúlanum í Havn, men fór longu úr skúlanum sum 12-13 ára gamal. Hetta var kanska ikki so nógv av egnum vilja, men heldur tí, at umstøðurnar kravdu tað.
Pápin gekk burtur í 1928 við "Martu", á veg til Onglands við fiski, og tá var ikki annað at gera hjá Kissa og eldra bróðurinum Eli, enn at fara út at arbeiða.
Kissa fór fyrst í urmakaralæru hjá Eliesar Arge, urmakara, men úrtøkan var ikki nóg góð fyri eitt húski, sum hevði mist forsyrgjaran. Tí gavst hann við læruni og fór at starvast í handlinum hjá Hans Joensen. Har var hann frá umleið 1930 til hann byrjaði sum sjálvstøðugur klædnahandilsmaður. Hesi árini tók hann ymisk handilsskúlaprógv á kvøldskúla.
Kissa var serliga kendur sum sílaveiðumaður, og hann var ein av undangongumonnunum í Føroya Sílaveiðufelag. Tær flestu fríløturnar á yngri árum brúkti hann við tráðuni.
Eitt annað av frítíðarítrivum hansara, var frímerkjasavningin, og har var hann mettur at vera ein rættiligur "kapasitetur".
Saman við svágrinum Peturi Háberg stovnaði Kissa "Norrøna Forlagið". Teir góvu út bøkur og annað tilfar á føroyskum.
Eftir nøkur ár gevast teir við forlagnum og við endan av fýratiárunum fóru teir at inn-
flyta bilar úr Onglandi og stovnaðu Bilasølan Norrøna.
Sambandið við Bretland var gott ta tíðina og innflutningurin av bilunum var beinleiðis. Teir byrjaðu við at selja Standard bilar og umboðaðu eisini aðrar bretskar fyritøkur.
Umframt Standard komu onnur bilmerkir afturat, so sum franskir Simca, russiskir Moskwitch og Volga og amerikanskir Plymouth.
Eykalutagoymslan var heima hjá Kissa í Brekkugøtu.
Í 1965 gevast teir at selja bilar og Reimar Isaksen, ið hevði Akkumularorvirkið
"Monty" við Grønlandsvegin yvirtók "Bilasøluna Norrønu".
Kissa var eisini ein av stovnarunum av Barnahjálpargrunninum saman við Peturi Háberg, Ludvík Breckmann og øðrum. Grunnurin varð stovnaður undir krígnum, og hevði sum endamál at hjálpa neyðstøddum børnum.
Kissa andaðist 14. desember 1996, 80 ára gamal. Síðan hevur dótturin, Elin Guttesen, stjórnað handlinum. Fyri nøkrum árum síðan kom sonur hennara Birgir Carlsson, fyrrverandi bankamaður, við í fyritøkuna, og verður hann eftir ætlan komandi stjóri.
Týsdagin 14. september verða kaffi og køkur til tey vitjandi, og alla vikuna verða nógvar vørur seldar við 40 prosent avsláttur.