Klæmint: Vit burdu skorað í fyrra hálvleiki

Ljóðsamrøða frá Rás2: Klæmint Olsen heldur, at tað gjørdist avgerandi, at NSÍ ikki skoraðu upp á sínar møguleikar í fyrra hálvleiki

NSÍ tapti í kvøld 2-1 á útivølli ímóti Skála. Úrslitið merkir, at runavíkingar, sum vilja blanda seg ímillum tey allar bestu, nú fara í summarfrí fimm stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini, Víking og KÍ. Hetta var fyrstu ferð í heili 12 landskappingardystir, at runavíkingar fóru stigaleysir av vøllinum.

 

Liðformaðurin og toppskjúttin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, heldur, at NSÍ átti at fingið okkurt málið upp á sínar møguleikar í fyrra hálvleiki, men ístaðin skoraðu skálamenn eftir tveir deyðbóltar. Spælið hjá runavíkingum var ikki so galið, men í kvøld vóru teir ikki nóg neyvir frammanfyri málinum og megnaðu ikki at skora meira enn eina ferð.

 

Liðskiparin er tó ikki heilt ónøgdur við fyrru kappingarhálvu og sigur at enda, at teir hjá NSÍ eru spentir til uppgávuna í Europa League ímóti Dinamo Minsk úr Hvítarusslandi.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, ið Jóna Nicolajsen gjørdi við Klæmint A. Olsen í fótbóltssendingini á Rás2.