Eg vænti, at øll uttan undantak eru samd við mær í hesum, tí óansæð, hvar vit standa átrúnarliga, so er lívið tað dýrabarasta vit hava. Tí er tað so sera syrgiligt at hoyra, at enn eitt ungt lív er mist, tað má handlast nú. Vit kunnu ikki fáa tey aftur, sum deyð eru, men tað er møguligt, at bjarga lívum.
Eg meini, at tað er tí upp á hægstu tíð, at okkurt verður gjørt við CTD. Eg haldi ikki, tað er føroyskum myndugleikum verdugt at brúka so langa tíð at togast um eitt so álvarsligt mál sum málið um CTD. Politiski myndugleikin eigur at seta tiltøk í verk beinanvegin, so at heilsumynduleikarnir hava klárar og greiðar linjur at halda seg til.
Tann tilvildin, sum rátt hevur, tá ið tað snýr seg um CTD, hon kann ikki halda fram. Eg haldi ikki tað er meira enn rímiligt, at tey, ið ynskja at kanna seg mugu kunna gera tað. Tey, sum lata seg kanna fyri CTD eiga at fáa hetta gjørt ókeypis. Vit vita, at hetta kemur at kosta fyri landskassan, men vit hava ikki ráð til at lata vera.
Í ferðslutrygdini hevur ein eina nullhugsjón, tað sama eigur heilsuverkið at hava sum mál. Eg haldi ikki tað er meira enn rímiligt, at vit kunnu krevja av teimum fólkavaldu at koma við greiðum reglum og koma við peninginum, sum krevst. Tí lívið fast ikki aftur, er tað fyrst mist. Tí vil eg heita á Aksel Johannessen um at fáa ruddað upp í málinum viðvíkjandi CTD beinanvegin. Nú kann ikki bara prátast, tað má handlast her og nú.