Lutur er nú kastaður um, hvussu leikast skal, tá finaluluttakararnir skulu finnast.
Stjørnan aftur til Havnar
Hjá kvinnunum fall lutakastið soleiðis: Neistin-VB og Kyndil-Stjørnan. Dystirnir verða leiktir soleiðis, at fyrst nevnda liðið hevur heimavøll fyrst, og skal fyrra hálvfinalan leikast í seinasta lagi hin 16. januar, ímeðan seinna hálvfinalan skal leikast í seinasta lagi 30. januar.
Størsti spenningurin man helst vera um uppgerðirnar millum Neistan og VB. Liðini hava leikt móti hvørjum øðrum tvær ferðir higartil í ár, og vann Neistin suðuri í Vági, meðan dysturin í Havn endaði við javnleiki. Sostatt er líkt til, at talan her verður um tvær javnar og spennandi uppgerðir, har einki er avgjørt frammanundan.
Í hinum dystinum má Stjørnan metast at vera greiður favorittur. Leygardagin vundu tær burtur úr tvífaldu føroyameistarunum úr Kyndli, og við støði í tí dystinum má sigast, at Stjørnan er greiður favorittur.
Lítið er tó at ivast í, at kyndilskvinnurnar ætla sær at leikur skal fara øðrvísi hesu ferðina, so kanska verður eisini talan um tveir spennandi dystir í hesum báðum hálvfinalum.
Klassikarin
Hjá monnunum verða dystirnir hesir: StÍF-Neistin og VÍF-Kyndil. Dagfesting v.m. er tann sama, sum er galdandi fyri kvinnudystirnar.
Talan er her um tey fýra ovastu liðini í bestu mansdeildini, og lítið er at ivast í, at talan her kann gerast um tvær sera spennandi uppgerðir.
StÍF og Neistin leiktu javnt í seinasta dystinum sínamillum, og tað í sjálvum sær boðar frá, at Neistin nú er um at fáa liðið at rigga sum eina eind. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at basa føroyameistarunum av Strondum.
Seinasti dysturin í klassikaranum millum Kyndil og VÍF endaði somuleiðis við javnleiki, so eisini her er líkt til, at dysturin er púrasta opin.
At talan har umframt er um stóra klassikaran í føroyskum hondbólti, har risarnir báðir hittast, ger bara spenningin enn størri. Tað er nevnliga soleiðis, at líkamikið, hvussu hesi lið eru fyri, so geva leikararnir seg altíð 115%, tá hesin dystur stendur á skránni.
Vit verða klókari
Sum nevnt omanfyri, so kann tað í øllum fýra uppgerðunum gerast talan um sera spennandi og tættar dystir, so eg fari ikki á nakran hátt at meta um, hvørt av liðunum fer at leika seg fram til sjálva finaluna.
Latum okkum heldur bíða til januar mánaður er runnin, tí tá kunnu vit siga tykkum, hvørji lið verða fyrstu steypavinnararnir í nýggju øldini.